Nú skal avgjald leggjast á útlendsk ferðafólk í Føroyum

Príshækkingin verður minst 100 prosent, men ætlanin hjá Jógvani Skorheim fær ikki undirtøku

Nú skal tað verða nógv dýrari hjá útlendskum ferðafólkum at ferðast kring landið í Føroyum. Tað er ein spurningur, sum mangan hevur verið umrøddur, at leggja okkurt slag av avgjaldi á útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya. Í hesum sambandi hevur talan eisini verið um at útlendingar skulu rinda meiri fyri at ferðast kring landið, enn føroyingar gera.

Og Heðin Mortensen sigur, at nú er tað næstan klárt at seta eina slíka skipan í verk. Hann hugsar bæði um tey, sum ferðast við Strandferðsluni og tey, sum ferðast við Bygdaleiðum, umframt tey, sum ferðast við tyrluni.

Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum er lagdur við í tilfarinum, nú koyringin hjá Bygdaleiðum eru boðin út. Men samstundis hevur hann eisini lagt eitt uppskot fyri Strandferðsluna um at hækka prísin á ferðaseðlum hjá útlendingum. Og tað einasta hann bíðar eftir í hesum sambandi er, at tryggja sær undirtøku í Landsstýrinum fyri ætlanini. Men hann sigur, at hann vónar, at skipanin kann verða sett í verk longu í summar, so at ferðaseðlar við Strandferðsluni verða dýrari hjá útlendinum enn hjá føroyingum - og somuleiðis verður arbeitt við eini slíkari skipan fyri tey, sum flúgva við tyrluni.

Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan skal tað verða nógv dýrari hjá útlendingum at ferðast kring landið. Fyri at nevna eitt dømi, kostar ein ferðaseðil við Smyrli 80 krónur hjá fólki til gongu, men Heðin Mortensen ætlar, at hjá útlendingum skal tað verða minst 100 krónur dýrari.

Hesin prísurin skal vera galdandi fyri fólk, sum ikki eru fastbúgvandi í føroyum og Heðin Mortensen heldur, at peningurin, sum kemur inn, eigur at verða markaður til ávís endamál, eitt nú til náttúruvernd

Á fólkafundinum í Salt á Drelnesi leygardagin, førdi Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, fram, at vit eiga at leggja ein serligan ferðavinnuskatt á útlendsk ferðafólk.

Hann hugsar sær, at hvørt ferðafólk, sum kemur til Føroyar, skal rinda ein ferðafólkaskatt upp á einar 200 krónur, fyri at nevna eitt dømi.

Hann heldur, at peningurin, sum kemur inn, skal markast til serlig endamál, eitt nú til náttúruvernd - og kanska kann ein partur av tí brúkas til Strandferðsluna so at Smyril kann sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroy.

Heðin Mortensen tekur ikki undir við, at útlendsk ferðafólk skulu rinda ein beinleiðis ferðafólkaskatt.

– Vit skulu ansa eftir at leggja avgjøld á ferðaseðlar til Føroya, tí tað kann fáa ferðafólk at setast aftur. Vit skulu heldur hava bíligar ferðaseðlar til Føroya. Men tá ið ferðafólk so eru komin til Føroyar, eiga tey at rinda tað sum tað í roynd og veru kostar at ferðast.

– Sum støðan er nú er tað so bíligt at ferðast, at Landskassin hevur stórt undirskot av samferðsluni. Sostatt ber tað til at siga, at útlendsk ferðafólk fáa almennan studning til at ferðast kring landið, og tað eigur ikki at halda fram, heldur Heðin Mortensen.