Nú skal Føroyar aftur ruddast

- Kom við Rudda Føroyar og rudda í Funningsfirði, Hoyvík, Tvøroyri, Streymnesi, Kollafirði, Vágum ella Nólsoy leygardagin 21. septembur tá altjóða ruddingardagur er!

Myndin er frá tiltakinum í fjør

Myndin er frá tiltakinum í fjør

- Kom við Rudda Føroyar og rudda í Funningsfirði, Hoyvík, Tvøroyri, Streymnesi, Kollafirði, Vágum ella Nólsoy leygardagin 21. septembur tá altjóða ruddingardagur er!

Hetta skriva fyrireikararnir handan tiltakið Rudda Føroyar, ið aftur í ár heita á føroyingar um at savnast saman um tiltakið, ið hevur til endamáls at rudda Føroyar fyri rusk og annað órudd.

- Altjóða ruddingardagur verður 21. septembur og Føroyar herja á aftur í ár. Vit vóru við í átakinum fyri fyrstu ferð í fjør, tá fleiri enn 1000 føroyingar tóku heili 22 tons av ruski upp! Tað krevur gott nokk nógvar sterkar kvinnur og menn, ja, enntá bátar og lastbilar við krana! Øllum nýtist nú ikki at hava krút sterkar armar – vit hava eisini brúk fyri kikara eygum og fínum fingrum at taka stubbar, plast og hvat veit eg upp av vegnum, millum steinarnar, í grasinum, og hov, endaði nú okkurt í hárinum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Tað krevur tó nógv at skipa fyri einum slíkum arbeiði, og tí leita fyrireikararnir í løtuni eftir samskiparum, ið vilja átaka sær at skipa ruddingina í ávísum økjum. Seinasta freist at melda seg til at blíva samskipari er mánadagin 9. september. Til ber at melda seg til á heimasíðuni ruddaforoyar.fo.

Myndin er frá tiltakinum í fjør