Nú skal kendasti sjónleikur í verðini spælast í Føroyum

Leikurin er ein sorgarleikur, har tey fægstu sleppa livandi av pallinum

 

 

Nú eru tey farin undir at venja víðakenda sjónleikin, Hamlet við tí endamáli at spæla hann í Føroyum seinni í ár.

Hamlet, sum William Shakespeare skrivaði, verður ofta sagdur at vera heimsins mætasta leikverk, og tað er Føroyski leikbólkurin, Det Ferösche Compagnie, DFC, sum nú er farin undir fyrireikingarnar til at spæla hann í Føroyum.

– Eingin sjónleikur er so ofta spældur sum meistaraverkið, Hamlet, og kortini er hann ongantíð spældur  í Føroyum, siga tey í DFC.

Tí hevur hevur tað eisini søguligan týdning, at hann nú eisini verður spældur her, tí tað fer at seta Føroyar á hugvísindaliga heimskortið, ið umboðar flest allar tjóðir.

Shakespeare skrivaði leikritið um ársskiftið 1600 og í leikinum viðger hann so at siga alt, bæði heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag, forelskilsi. Og samstundis er Hamlet eisini ein spennandi søga um kærleika og hevnd.

Hamlet er ein harmleikur har nógv doyggja, og tey fægstu sleppa av pallinum á lívi. Tí verður tað føroyska jarðarferðin, sum verður karmurin um leikin.

Gongdin, tá flutt verður frá stað til stað úr kirkjuni, í kirkjugarðin og síðani í ervið er ein gongd, sum føroyingar kenna avbera væl kend, og neyvan kann nakað annað savna føroyingin sum deyðin, siga tey.

Hamlet verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 8. november

Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina.

Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er og at alt ikki ruggar rætt í Danmark.