Nú skal Kvinnuhúsið hava nýggjan leiðara

Leiðarin hesi seinastu 25 árini takkar nú fyri seg

Elin Reinert Planck gevst nú sum leiðari í Kvinnuhúsinum

Elin Reinert Planck gevst nú sum leiðari í Kvinnuhúsinum

Eg fylli 67 ár fyrst í næsta ári, og so er stundin komin til at finna hurðina. Tað sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn.

Eftir at hava verið leiðari í Kvinnuhúsinum hesi seinstu 25 árini, hevur hon nú gjørt av at leggja frá sær. Sostatt skal Kvinnuhúsið hava nýggjan leiðara og nú verður søkt eftir nýggjum leiðara.

 

Trýst HER fyri at síggja lýsingina eftir nýggjum leiðara til Kvinnuhúsið

 

Kvinnuhúsið læt upp í 1990, men tey fyrstu árini vóru tað nevnd og starvsfólk, sum stóðu fyri virkseminum.

Í 1994 kom Elin Reinert Planck í starv á Kvinnuhúsinum og í 1995 varð hon settur sum leiðari. Sostatt var hon fyrsti setti leiðarin í Kvinnuhúsinum, og tað hevur hon verið síðani Og hon sigur, at tað eru stórar broytingar farnar fram hesi árini síðani hon kom í Kvinnuhúsið.

– Kvinnurnar, sum venda sær til Kvinnuhúsið verða alsamt yngri og yngri, sigur hon.

Hon sigur, at nú eru tað ikki ókent at síggja kvinnur í tjúgunum í Kvinnuhúsinum og nógvar eru ímillum 30 og 40.

– Tað er at fegnast um, at kvinnur, sum hava brúk fyri hjálp, eru skjótari at leita sær hjálp nú enn tær vóru fyrr, heldur Elin Reinert Planck.

Hon sigur, at fyrr vóru nógvar kvinnur í teirri støðu, at tær kundu ikki fara frá manninum, sama, hvussu ringt parlagið var, tí tær vóru bundnar av inntøkuni hjá manninum. Tær høvdu heldur ongastaðni at fara undan manninum, leggur hon afturat.

Tað var eisini vanligt, at kvinnur føldu tað sum eina skyldu til at verða verandi í heima til børnini vóru komin undan, sama hvussu ringt tær høvdu tað. Men mangan var tað ein sorgarleikur fyri børnini, tí tey høvdu tað ikki gott í slíkum heimum.

– Í so máta er nógv broytt til tað betra, leggur Elin Reinert Planck afturat.

Hon sigur, at ein trupulleiki, tey mangan rena seg í nú á døgum, er, at bústaðarneyðin er so stór, at kvinnur, sum koma á Kvinnuhúsið, sleppa ikki út aftur, tí tær fáa einki at búgva í.

– Og í Kvinnuhúsinum verður eingin koyrdur á dyr, so í fjør komu vit tíverri í ta støðu, at í fleiri førum máttu vit vísa kvinnum, sum vildu sleppa á Kvinnuhúsið, frá okkum, tí vit høvdu ikku pláss fyri, sigur leiðarin.

Elin Reinert Planck heldur eisini, at politiska undirtøkan fyri Kvinnuhúsinum kundi verið betri.

– Hendan tíðin, Kvinnuhúsið hevur verið til, hevur prógvað, hvussu stórur tørvur er á tí. Og tá ið vit tosa við politikarar, er vælvildin eisini stór - men tað knípur við vælvildini tá ið hon skal vísast í verki við at stuðla Kvinnuhúsinum fíggjarliga.

Hon sigur, at játtanin til Kvinnuhúsið stóð í stað í nógv ár, men í fjør hækkaði hon nakrar hundraðtúsund krónur. Og tað kom rættiliga væl við, hóast hon heldur, at játtanin átti at verið hægri.

Í ár hevur Kvinnuhúsið 1,365.000 krónur á fíggjarlógini at arbeiða fyri.

– Tað er sum um at arbeiðið við kvinnum, sum hava brúk fyri hjálp, verður ikki tikið so alvorligt, leggur hon afturat. 

Elin Reinert Planck gevst nú sum leiðari í Kvinnuhúsinum