Nú skal Northguider beinast burtur

Tað hevur ongantíð verið nakar ivi á Svalbard um, at skipið, sum sigldi á ein flúr í desember í 2018, skal burtur.

 

Soleiðis hevur Northguider ligið í meira enn hálvt annað ár. Mynd: Privat.

Soleiðis hevur Northguider ligið í meira enn hálvt annað ár. Mynd: Privat.

 

Vrakið av norska rækjutrolaranum, Northguider, sum sigldi á ein flúr og hevur staðið fastur í Hinlopensundinum á Svalbard síðan í desember mánaði í 2018, hevur fylt nógv í norskum miðlum, og tað er ikki minst Svalbardposturin, sum hevur gjørt burturúr.

Tíðliga í fjør heyst vórðu royndir gjørdar at fáa vrakið av skipinum burtur, men hetta miseydnaðist, tí ov nógvur ísur rak inn á leiðina, og veðrið helt sær heldur ikki, tó at útbúnaður við stórum kranum var komin á leiðina.

Kavarar vóru eisini niðri og royndu at tetta skrokkin, sum er illa farin, nú skipið hevur ligið so leingi, og tveir vetrar eru lagdir aftur um, síðan skipið endaði á flúrinum. Nú veit Svalbardposturin at siga, at tað helst ikki fer at ganga meira enn ein vika ella so, til ein nýggj roynd verður gjørd at beina vrakið burtur.

Fyri eini tíð síðan visti eisini norska kringvarpið - NRK - at siga, at hesaferð er ætlanin ikki, at skipið skal fáast upp at flóta og síðan sleipast burtur, men at Northguider nú skal høggjast upp, har skipið liggur.

##med2##

Tað er reiðaríið Opilio í Austevoll í Hordalandi, sum eigur rækjutrolaran. Teir vóru á rækjuveiði norður úr Hinlopensundinum, tá skipið tók í botn. Tað var myrkt, kalt og illsligt veður, tá skipsbrotið hendi, men tíbetur eydnaðist tað at bjarga allari manningini.

- Ætlanin er at skera skrokkin í stykkir og síðan taka stykkini til lands. Nú bíða vit eftir neyvu ætlanunum hjá bjargingarfelagnum, sum skal taka sær av hesum arbeiði, segði Rune Bergstrøm, ráðgevi í Kystverket, við NRK fyri eini tíð síðan.

Soleiðis hevur Northguider ligið í meira enn hálvt annað ár. Mynd: Privat.

Tað var myrkt og ísakalt, tá Northguider endaði á einum flúri í Hinlopensundinum í 2018.