Nú skal super-battaríið til bilar finnast

Nú vilja lond í Evropa samstarva. Tað eru bæði pengar og trygd upp á spæl.

Sjálvt um tað stendur Audi, BMW, Mercedes ella Volkswagen á baklúkuni, so er avgerandi luturin í elektriskum bilum ikki gjørdur í Týsklandi, men heldur í Suðurkorea, Japan ella í Kina.

Tað hóvar ikki týsku stjórnini, sum eftir at hava drálað í fleiri ár nú vil gera nakað við støðuna. Tað sama gera tey í Frankaríki, Italia, Póllandi, Belgia, Finnlandi og Svøríki. Tað skrivar danska blaðið Politikken í dag.

Týsku myndugleikarnir hava sett av yvir fimm milliardir krónur til at menna eitt betri og grønari battarí til teir elbliar, sum roknað verður við at tað verður ein risastórur marknaður fyri komandi árini.

»Eg hevði ynskt mær tað nógv fyrr. Seinastu 20-30 árini hevur tað ikki verið granskað í battaríium«, sigur Weert Canzler, sum er mobilitetsgranskari við granskigarmiðstøðina WZB í Berlin.

Í hesum mánaðinum góðkendi ES-nevndin ríkisstuðul frá teimum sjey nevndu londunum omanfyri upp á til samans 24 milliardir krónur til eina aðra verkætlan, har 17 evropisk feløg innan rávørur, sellur, battarískiðanir og endurnýtslu skulu samstarva um landamørk. Tað skal eftir ætlanini geva aðrar 40 milliardir í privatum íløgum.

Battaríframleiðsla er av »strategiskum áhuga fyri búskap og samfelag okkara«, segði Margrethe Vestager, kappingarkommiserur í ES, tá hon skuldi grundgeva fyri hví ES vil at lond skulu lata ríkisstuðul til virki í opnari kapping.