Nú skal Tórshavnar Kommuna gevast at brúka olju

Longu í 2025 skal útlátið av vakstrarhúsgassi frá kommunalum bygningum verða 50 prosent minni enn tað er í dag

– Vit eru avgjørt á rættari leið. Tað helt Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fyri á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið.

Býráðið hevur samtykt at brúka slakar tvær milliónir upp á at leggja fjarðhita í tríggjar bygningar hjá kommununi afturat, nevniliga í Býlingshúsið á Flat, Dagstovnin á Landavegnum og í Badmintonhøllina

Og Annika Olsen sigur, at tað fer at gera stóran mun, tí tað fer at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Hon nevndi sum dømi, at útlátið frá Svimjihøllinini í Gundadali var 407 tons av CO2 um árið, men tá ið hon fekk fjarðhita, minkaði útlátið niður í 60 tons um árið.

Hon vísti eisini á, at í 2015 brúkti Tórshavnar Kommuna 123 krónur fyri hvønn fermetur upp á at gera ábøtur á kommunalar bygningar, men nú verða ábøtur gjørdar fyri 176 krónur fyri fermeturin. Og ein partur av tí er at bjálva bygningarnar fyri at gera teir orkusparandi.

Samstundis hava 15 prosent av øllum gøtuljósum í kommununi fingið ledperur og tað svarar til, at útlátið av vakstrarhúsgassum er minkað 14 prosent

Annars staðfesti borgarstjórin, at Tórshavnar Kommuna við einum orkupolitikki, har ítøkiliga málið er, at í 2025 skal útlátið av vakstrarhúsgassum frá kommunalum bygningum verða 50 prosent minni enn tað er í dag. Og í 2030 skulu kommunalir bygningar verða 100 prosent grønir og sostatt verður einki útlát yvirhøvur av vakstrarhúsgassum.

Bjørg Dam, sum er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin heldur kortini, at tað sker í eyguni, at hjá virkjum og fyritøkum er er fjarðhitin dýrari enn oljan og tað merkir, at fáa tey sær fjarðhita, hækka útreiðslurnar. Hon heldur ikki, at tað beinleiðis eggjar til at fáa sær fjarðhita - og tað vóru aðrir býráðslimir samdir við henni í.