Nú skuldi ligið væl fyri at fingið eina avtalu

Bæði borgarstjórin í Havn, og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, eru úr Fólkaflokkinum, so nú skuldi borið til, heldur løgtingsmaður

Løgtingslimur vil nú hava at vita, hvat Landsstýrið ætlar at gera við vegin í sambandi við Eysturoyartunnilin

Løgtingslimur vil nú hava at vita, hvat Landsstýrið ætlar at gera við vegin í sambandi við Eysturoyartunnilin

Nú umboð fyri Fólkaflokkin bæði er borgarstjóri í Tórhavnar Kommunu, og i landsstýrismaður í samferðslumálum, skuldi tað verið lagamanni at fingið eina avtalu um at gera vegin ímillum Havnina og munnan á Eysturoyartunlinum á Hvítanesi.

Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Og tí spyr hann um nøkur ætlan er um at fáa gongd á hesa vegagerð, og um ætlanin er at seta peninga av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár.  

Heðin Mortensen vísir á, at í oktober 2016 gjørdu táverandi borgarstjóri í Havn - sum var hann sjálvur, og táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, eina avtalu um vegin ímillum Havnina og tunnilsmunnan

– Við hesi avtalu var komið á mál við einum áralongum stríði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, hvussu nógvum íbindingum tørvur er á, og hvar tær skulu vera fyri at gera ferðsluna til Havnar, og úr Havnini, so smidliga sum gjørligt, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur at tað varð eisini avtalað, at ein partur av vegnum oman fyri tunnilin, skuldi leggjast í ein tunnil.

Tað, sum í roynd og veru stendur í semjuni, er, at tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin.

Og í Tórshavnar býráð hava tey ta avgjørdu støðu, at nú er ferðslan so nógv, at talan kann ikki verða um nakað annað enn tunnil.

– Avtalað var eisini, at Landið og Tórshavnar kommuna skuldu fíggja hvør sína helvt av tunlinum oman fyri Havnina – og tað varð eisini avtalað, at tunnilin skuldi verða landsvegur.

Partarnir avtalaðu eisini, at grót úr undirsjóvartunlinum skuldi, í mest møguligan mun, verða nýtt til vegin.

Men síðani avtalan varð gjørd, er ikki so nógv hent, men Heðin Mortensen hevur vónir um, at nú verður tað.

– Nú umboð fyri Fólkaflokkin sita bæði í borgarstjórasessinum í Tórhavnar kommunu, og í landsstýrissessinum við samferðslumálum, skuldi tað verið lagamanni at fingið eina avtalu í lag, sigur hann.

Og nú skal Jørgen Niclasen so eisini greiða frá, hvørjar ætlanir eru á økinum.

Løgtingslimur vil nú hava at vita, hvat Landsstýrið ætlar at gera við vegin í sambandi við Eysturoyartunnilin