Nú sleppur Tom Hagen heimaftur

Í morgun hevur verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, verið í húsunum hjá miljarderinum í Lørenskog, har allar girðingar nú eru burtur.

- Tað er ein heildarmeting sum ger, at vit nú sleppa húsunum, sigur norska løgreglan.

- Tað er ein heildarmeting sum ger, at vit nú sleppa húsunum, sigur norska løgreglan.

 

Tað er nú greitt, at norski miljarderurin, Tom Hagen, sleppur at flyta heim aftur í hús síni í Lørenskog, har hann ikki er sloppin á gátt síðan hin 28. apríl í ár, tá hann varð handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Handtøkan fór fram á opnari gøtu, tá maðurin var á veg til arbeiðis.

Síðan henda dag hevur løgreglan lagt hald á húsini hjá honum, tí tey meta, at tað er her, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið sporleyst burtur síðan hin 31. oktober í 2018, er dripin.

Heilt síðan handtøkudagin hevur løgreglan havt møguleikan at gera kanningar í sethúsunum og á ognini annars, tó at løgreglan fleiri ferðir áður eisini hevur verið í húsunum. Munurin hesaferð var, at tað var rættarskipanin, sum gav løgregluni heimild at leggja hald á húsini, meðan nýggjar tekniskar kanningar vórðu gjørdar.

Hóast Tom Hagen í tingrættinum varð dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur, gjørdi lagmannsrætturin nakrar dagar seinni - og eftir klagu frá verjanum, Svein Holden - av, at miljarderurin skuldi leyslatast.

Tom Hagen hevur tí búð aðrastaðni enn í húsum sínum hesar seinastu mánaðirnar og verjin hjá honum, Svein Holden, hevur fýlst á, at miljarderurin ikki langt síðan er sloppin heim aftur til sín sjálvs. Verjin hevur víst á, at tað hevur verið rættiliga tyngjandi fyri ein mann í hansara aldri ikki at sleppa heim og kunna lata hurðina aftur - ikki minst, nú hann óviljað hevur verið viðgjørdur í miðlunum og framvegis av løgregluni er skuldsettur fyri at hava beint fyri konu síni.

Løgreglan ynskti at hava húsini í sínari varðveitslu til seint í november, og hetta eftirlíkaði tingrætturin. Men, lagmannsrætturin vildi tað øðrvísi. Tá verjin kærdi avgerðina hjá tingrættinum til lagmannsrættin, kom hin seinni til ta niðurstøðu, at húsini skuldu latast miljarderinum aftur mánadagin komandi.

Tá VG í morgun var á adressuni við Sloraveien 4 í Lørenskog, vóru girðingarnar hjá løgregluni, sum hava verið um húsini, tiknar burtur. Stutt fyri klokkan 13 í dag kom so verjin, Svein Holdan. Hann hevði lyklarnar til húsini, læt upp og fór innar, har hann hugdi runt í húsinum. Meðan hann var í húsunum, hevði hann eisini eina telefonsamrøðu við Tom Hagen.

- Eg havi sæð húsini, og tað sæst ikki serliga væl, at her eru gjørdar kanningar. Eg havi eisini snakkað við Tom Hagen, og hann heldur tað vera deiligt at sleppa heim aftur til sín sjálvs. Tað er mín vón, at miðlarnir fara at virða ynskið hjá Tom Hagen og familju hansara um privatlív, sigur Svein Holden við VG.

Nær flytir Tom Hagen heim?

- Tað gongur ikki long tíð, til hann er aftur í húsunum, og har fer hann at búgva framyvir, sigur verjin. 

Umframt at girðingin, sum var um húsini, er tikin burtur, eru vakmyndatól og skelti, sum siga, at her eru vakmyndatók, eisini burtur.

Sambært løgregluleiðaranum, Agnes Beate Hemiø, hevur løgreglan gjørt av ikki at kæra avgerðina hjá lagmannsrættinum um, at Tom Hagen skal sleppa heim aftur í húsini nú. Í tíðindaskrivi frá løgregluni verður sagt, at avgerðin um ikki at kæra byggir á eina heildarmeting, sum tikið verður til. Lagt verður aftrat, at sethúsaognin verður latin Tom Hagen aftur innan freistin, sum er hin 21. september, gongur út. 

Stuðulsadvokaturin hjá teimum trimum Hagen-børnunum, Ståle Kihle, heldur tað vera upp á tíðina, at Tom Hagen nú fær sethúsaognina aftur. - Tað verður gott hjá Tom Hagen at kunna flyta heimaftur, leggur stuðulsadvokaturin aftrat.

Í tíðindaskrivinum í dag sigur løgreglan, at tey hava gjørt umfatandi kanningar á ognini. - Men, við atliti til kanningararbeiðið, kunnu vit eink siga um, hvørjar kanningar talan er um - ei heldur, hvat úrslitið av kanningunum er, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø.

Men, hvat veit so verjin um kanningarnar hjá løgregluni?

- Eg veit ítøkiliga, hvat løgreglan hevur gjørt, og eg vóni inniliga, at tey hava funnið fram til ting ella viðurskifti, sum kunnu leiða løgregluna víðari í sínum kanningum. Tom Hagen hevur eitt ynski um, at málið verður loyst, og hann vónar eisini, at løgreglan nú hevur upplýsingar, sum kunnu greiða málið, sigur verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, við VG.

##med2##

 

 

 

 

- Tað er ein heildarmeting sum ger, at vit nú sleppa húsunum, sigur norska løgreglan.

Løgreglan fer ikki at kæra málið, og tí sleppur miljarderurin, Tom Hagen, nú heimaftur.