Nú stingur formaðurin í sekkin

Floksformaðurin, sum vildi hava grindadráp upp í danskan politikki, hevur nú stungið í sekkin

Hann hevði akkurát fingið gongd á – men so stakk hann í sekkin. Michael Monberg, formaður í nýstovnaða veganaraflokkinum, leggur nú frá sær, sum floksformaður og verður ikki við til at mynda flokkin framyvir.

Tað skrivar Ekstrablaðið í Dag.

Hann var sjálvur við at stovna veganaraflokkin, og hann hevur annars verið í Føroyum í meiri enn ein mánað við tí endamáli at varpa ljós á grindadráp – og serliga við tí endamáli at draga grindadráp upp í føroyskan politikk.

Men beint sum veganaraflokkurin hevur fingið nokk av undirskriftum til at stilla upp á Fólkatingi, boðar hann frá, at hann tekur seg aftur og letur onnur taka yvir.

Hann sigur á Facebook, at hetta var ein ring avgerð at taka, men hann heldur, at hetta er rætta tíðina at leggja frá sær. Nú verður tað ístaðin næstforkvinnan, Lisel Vad Olsson, sum tekur við eftir hann og skal føra flokkin ígjøgnum valstríðið.