Nú stýrir Bárður sambandsskútuni

Kaj Leo Holm Johannesen hevur takkað fyri seg aftaná ellivu ár í leiðsluni.

 

Sambandsfólk úr øllum landinum hava sett hvørjum øðrum stevnu í Havnini í morgun, har eykalandsfundur hjá Sambandsflokkinum er í Østrøm.


Upp móti eini hundrað fólk í øllum aldrum eru møtt til fundar undir yvirskriftini Sambandsflokkurin aftur á rætta kós.


Høvuðsmálið á skránni er ikki óvæntað valið av nýggjum formanni, aftaná at núverandi formaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, tók avleiðingarnar av vánaliga úrslitinum av løgtingsvalinum og eftirfylgjandi samgongusamráðingum, har Sambandsflokkurin ikki gjørdist partur av samgonguni.


Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum formaður í 2004, og hevur verið Føroya løgmaður síðani 2008. Síðstu árini í løgmansembætinum vóru merktar av nógvum rumbli, harímillum serliga CIP-málið fylti nógv í fjølmiðlunum, politisku skipanini og millum manna.


Áðrenn fundin var longu greitt, at tað verða Bárður á Steig Nielsen og Magni Laksáfoss, ið taka við sum ávikavist formaður og næstformaður.


Eingi mótvalevnir vóru til hesar báðar, og vórðu teir harvið valdir uttan atkvøðugreiðslu at taka yvir leiðsluna av elsta flokkinum í Føroyum, ið nú skal seta eina nýggja kós.