Soleiðis sá út við rampanum, tá ferðafólk komu til Teistan í Skopun í morgun.

Nú tekur Teistin bilar aftur

Á fyrsta túri úr Skopun hjá Teistanum í morgun sluppu hvørki bilar og farmur við, men tá skipið fór av aftur Gomlurætt á fyrsta túr í Sandoynna koyrdu bilar umborð.

Soleiðis sá út við rampanum, tá ferðafólk komu til Teistan í Skopun í morgun.

 

Tað hevur verið brek á rampanum hjá Teistanum í Skopun síðan tíðliga seinnapartin í gjár. Hetta førdi til, at Teistin slapp ikki frá bryggju í fleiri tímar, og tí røkti Jósup siglingina um Skopunarfjørð seinnapartin í gjár og til nakað út á kvøldið, til Teistin var leysur aftur og kundi sigla.

Í morgun, tá Teistin fór úr Skopun klokkan 06.45, tók skipið bert ferðafólk, sum gingu inn gjøgnum eina smogu í stýriborðssíðu. Men, rampin var tá ikki klárur, og tí tók strandfaraskipið hvørki bilar og farm, men bert ferðafólk.

Men, tá skipið kom á Gomlurætt umleið klokkan 07.15 og gjørdi klárt til at fara í Sandoynna aftur - á fyrsta túri av Gomlurætt í morgun - koyrdu bilar umborð aftur. Tað merkir, at arbeiðið, sum gjørt er við rampan í Skopun síðan seint í gjár, antin er liðugt - ella er um at verða liðugt.

At síggja til gekk tað rímiliga væl hjá Jósupi at flyta ferðafólk um Skopunarfjørð seinnapartin gjár og í gjárkvøldið, men báturin tekur bert knappliga 50 ferðafólk á vetrardegi. Tí sluppu ikki øll við allar túrarnar seinnapartin í gjár, og nøkur noyddust tískil at bíða til túrin eftir.

Tað var kalt í veðrinum í gjár, og hóast Jósup siglir skjótt og brúkar helvtina minni tíð um Skopunarfjørð, enn Teistin ger, so tóktist tað kalt hjá ferðafólki, sum stóðu eftir, at bíða ein túr á bryggjuni á Gomlurætt.

##med2##

##med3##

 

 

 

 

 

Soleiðis sá út við rampanum, tá ferðafólk komu til Teistan í Skopun í morgun.

Tað stóðu stórir bilar eftir á bryggjuni í Skopun í morgun.

Teistin lá til fyrsta túr úr Skopun í morgun nakrar fáar metrar norður úr og leysur úr rampanum.