Nú verða nakrar avmarkingar tiknar av í kirkjuni

Men nakrar mannagongdir skulu framvegis fylgjast

 

Vágs kirkja

Vágs kirkja

Nú korona at kalla er útruddað aftur í Føroyum, hevur eisini Fólkakirkjan gjørt av at taka nakrar avmarkingar av, sum meiri ella minni hava tarnað kirkjugongdina í eitt ár.        

Teir báðir, Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, siga á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni, at treytirnar um reinføri eru framvegis í gildið og at fólk sita minst ein metur frá hvørjum øðrum. Tó kunnu fólk í sama húski, sita saman, men fólk skulu bara sita á øðrum hvørjum beinki og tað skal frámerkjast, hvørjir benkur verða brúktir.

Nú sleppa í mesta lagi 200 fólk í kirkju í teimum stóru kirkjunum, í teimum miðalstóru kirkjunum kunnu í mesta lagi 90 fólk vera og í teimum smáu kirkjunum kunnu í mesta lagi 50 fólk vera. Talvan skal ikki ganga í kirkjuni, men altargangur kann vera, har prestur skipar fyri, so at tað er undir tryggum umstøðum.

Dópur kann eisini verða í kirkjuni, og tað kunnu eisini fleiri børn verða doypt í senn, tá ið ein metur er ímillum hvørt dómsfylgi, og ymiskt barnavinarligt virksemi, og fyrilestrar, kunnu eisini vera í kirkjuni so leingi tilmælini verða hildin.

Konfirmatiónir verða, sum ætlað, men biskupur og dómspróstur mæla frá at halda almennar konfirmatiónir. Ístaðin verður mælt til at halda gudstænastur fyri komfirmantinum og teimum nærmastu hjá honum, ella henni, ella foreldur, systkin, ommur og abbar, alt eftir, hvussu stór kirkjan er.

Har nógvir konfirmantar eru, verða teir býttir sundur, so at í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu.

Vágs kirkja