Nú verður aftur illveður

Strandferðslan bindur um heilan fingur kring alt landið

Í morgin, og fríggjadagin, verður aftur illveður. Út á fyrrapartin í morgin veksur hann nevniliga vindin rættiliga knappliga av landnyrðingi og norði við rættiliga hørðum hvirlum og tað verður harðast eftir døgverða og út á seinnapartin.

Men seinni út á dagin minkar hann nakað aftur og í annaðkvøld fer hann vesturum í ýtnyrðingnorðan, men tað verður framvegis heilt fitt av vindi tað mesta av fríggjadegnum.

Strandferðslan bindur longu nú um heilan fingur og boðar frá, at tað er væntandi, at túrar fara at vera avlýstir og at ferðaætlanir fara at vera broyttar bæði í morgin og fríggjadagin, og tað er bæði galdandi fyri skipini og fyri Bygdaleiðir.