Nú verður makrelur skorin í Leirvík

Tavan hevur gjørt stórar íløgur í framkomna skeriútgerð, sum kann skera bæði sildafløk og makrelfløk.

 

Tað má sigast, at framleiðslan hjá Tavuni í Leirvík í stóran mun fylgir árstíðini og tí, sum er at veiða. Í summarhálvuni er tað gulllaksur og um veturin upsi, sild, makrelur og rogn.

Vertíðin fyri makrel er nú farin at halla fyri veturin, men framfýsnað virkið og fólkið hjá Tavuni í Leirvík hevur í løtuni eina framleiðslu av makrelfløkum.

Joen Magnus Rasmussen, stjóri og Marnar Pattinson, framleiðsuleiðari, eru rættiliga væl nøgdir við framleiðsluna av makrelfløkunum. Makrelurin er ikki eins feitur nú, sum hann er um heystið.

- Men, bæði smakkur og fastleiki í flakinum eru sera góð. Makrelurin verður skorin og einkultfrystur. So, hetta eru dygdarvørur, eru stjóri og framleiðsluleiðari samdir um. 

Tavan hevur so mikið góðar royndir við hesari framleiðslu, samstundis sum keyparar eru áhugaðir, at ætlanin er at byrja at framleiða makrelfløk aftur komandi heyst, tá makrelur aftur verður í føroyskum sjógvi. 

##med2##

Virkið í Leirvík hevur gjørt stórar íløgur í framkomna skeriútgerð, sum kann skera bæði sildafløk og makrelfløk, og íløgur er eisini gjørdar í aðrar tættir á virkinum, sum eru partur av hesi framleiðslu.

Umframt at skera makrel, hevur Tavan í Leirvík skorið sild í bitar í vetur. Nú rognatíðin stundar til, keypir virkið eisini rogn, og tey fyrstu rognini eru longu komin.

- Vit keypa øll rogn, og eg vil eggja fiskimonnum og útróðrarmonnum til at taka rogn, nú várróðurin eisini liggur fyri framman, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni.

##med3##