Nú verður Mette yngsti forsætisráðharrin í Danmark

Í kvøld eru teir fýra flokkarnir samdir, sum seinastu vikurnar hava samráðst um politiskt grundarlag undir stjórnini hjá Mette Frederiksen

polfoto

polfoto

Mette Frederiksen verður nú forsætisráðharri í Danmark. Hon er 41 ára gomul og verður yngsti forsætismálaráðharri nakrantíð í Danmark.

Hon er formaður í Sosialdemokratínum, og síðstu 20 dagarnar hevur hon tosað við hinar flokkarnar á reyðu síðuni, sum tað verður sagt í Danmark, um grundarlag fyri stjórn, ið skal avloysa stjórnina hjá Lars Løkke Rasmussen.

Síðstu dagarnar hevur ljóðað, at tað hevur gingið striltið við samráðingunum, men seint í kvøld boða partarnir frá, at teir eru samdir um politiska grundarlagið. Hinir flokkarnir eru Radikali vinstri, SF og Eindarlistin.

Talan verður um sosialdemokratiska minnilutastjórn. Stuðulsflokkarnir og sosialdemikratarnir siga seg hava skrivað skjal, sum boðar frá felagsfatan um, hvussu nøkur av málunum, sum tað í valstríðnum varð tosað nógv um, skulu loysast.

Tað snýr seg eitt nú um flóttafólk, veðurlag, umhvørvi, sosiala javnan og búskap í breiðum høpi.

At talan er um minnilutastjórn ber við sær, at Mette Frederiksen og stjórnin ivaleyst eisini fara at tosa við aðrar flokkar um, hvussu politisk mál skulu loysast.

Mette Frederiksen fer í morgin til drotningina, har hon fer at boða frá, at nú hevur hon avgreitt uppgávuna, sum var at finna parlamentariskt grundarlag fyri nýggjari stjórn.

Næsta takið verður at manna stjórnina, sum seinni í vikuni fer at loysa stjórnina hjá Lars Løkke Rasmussen av.

polfoto