Nú verður ringasta loysnin tikin í brúk

Nú hendir tað, sum bæði Tórshavnar býráð ogandsstýrið, halda vera tað ringasta av øllum

Grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, verður grivið niður í hagan - í hvussu so er í fyrstani.

Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum ger tunnilin fyri FM1.

Arbeiðið at bora Sandoyartunnilin er byrjað. Á Sandoynni eru einir 100 metrar boraðir og nú verður farið í eina stutta summerferiu.

Men beint eftir ólavsøku verður aftur lagt til brots, og tá verður eisini sett á at bora av Gomlurætt.

Tilsamans skulu ein millión kubikk av gróti borast og spreingjast úr tunlinum, og umleið helvtin av tí kemur upp á Sandoynni.

Í Sandoynni er avtalað, at ein partur skal leggjast í grótbrotið í Traðardali og restin skal gravast niður.

Men tað koma eisini 500.000 kubikk av grótið úr tunnilsmunnanum á Gomlurætt - men enn hevur tað ikki eydnast at fáa nakra avgerð um, hvat grótið skal brúkast til.

Og talan er um eina øgiliga nøgd, tú verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, verður rúgvan 70 metrar høg.

Upprunaliga boðaði felagið, sum ger tunnilin, frá, at grótið skal tyrvast í haganum oman fyri Velbastað.

Men felagið boðaði eisini frá, at er ætlanin at brúka tað til onnur endamál, eru tey sinnað at tosað um tað, treytað av at avtalur fáast um prísin fyri at flyta grótið.

Men myndugleikarnir hava sett seg ímóti at grótið verður grivið niður, tí bæði Tórshavnar Býráð og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hava víst á, at tað má ikki henda, tí tað er tann ringasta loysnin av øllum.

Heðin Mortensen hevur eisini víst á, at í roynd og veru er talan um stór virði og at grótið, sum kemur upp á Gomlurætt, er vert einar 70 milliónir krónur.

Men hóast tey hava vitað av trupulleikanum í fleiri ár nú, hevur tað enn ikki eydnast at finna nakað betri endamál at brúka grótið til.

Tosað hevur verið um at breiðka vegin til Kirkjubøar og at gera brimgarð í Kirkjubø fyri at verja fornminnini har. Men tað er bara ein viðfáningur av gróti, sum verður brúkt til tað.

Tosað hevur eisini verið um at gera eitt ídnaðarøkið á Gomlurætt, men heldur ikki tað fekst semja um, tí at myndugleikarnir og tunnilsfelagið eru ikki samd um prísin fyri at flyta grótið.

Og í tíðindunum á FM1 váttaði Teitur Samuelsen, at eingin avtala er um grótið, sum kemur úr tunlinum á Gomlurætt, og at tað sostatt verður grivið niður í hagan - í hvussu so er í fyrstu syftu.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá støðuni á FM1.