Nú verður skaðin gjørdur aftur

Tað hevur drigið út, men tað er ein orsøk til tað

Nú verður farið undir arbeiðið at gera grótkastið í Hvalba aftur, eftir at tað fekk stóran skaða í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars í ár.

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðið verður boðið út áðrenn ársskiftið og endamálið er at eftir ársskiftið verður farið undir sjálvt arbeiðið at spreingja grót og at skilja tað.

Men fyribils er ætlanin er at gera eina fyribilsverju fram við grótkastinum soleiðis at skaðin ikki gerst størri, skuldi ein uppgangur verðið aftur, áðrenn arbeiðið endaliga verður gjørt, og ta arbeiðið eru tey farin undir.

Ein kostnaðarmeting er gjørd fyri, hvussus nógv tað fer at kosta at gera skaðan aftur, men borgarstjórin vil ikki út við talinum, fyrr enn arbeiðið at bjóða út og boðini eru komin inn.

Men kommunan hevur fingið heimild frá Fíggjarmálaráðnum um at fara upp um eina álíkning í skatti. Annars hava kommunur ikki loyvi til at fara upp um eina álíkning í skatti. Ein álíkning í Hvalba er 27 milliónir og við árslok í 2019 var nettoskuldin er 31 prosent av eini álíkning.

Men Janus Thomsen sigur, at útrokningar vísa, at tað verður longu aftur áðrenn fýra ár eru farin, at kommunan aftur kemur niður um eina álíkning í skatti.

Men vandi er eisini fyri, at skattaprosentið má hækkað. Skattaprosentið nú er 19,75 prosent, men hann vissar um, at hækkingin verður í mesta lagi eitt prosent – og tað verður lækkað aftur so líðandi hesi næstu fýra árini. Barnafrádratturin er 6.500 krónur og hann verður ikki broyttur.

Janus Thomsen sigur, at enn hava tey ikki mist vónina at fáa landskassan at hjálpa til við arbeiðnum, men hann sigur, at tað veldst um politiska viljan. Og fær kommunan fíggjarliga hjálp úr landskassanum, broytast útlitini munandi.

Borgarstjórin sigur at orsøkin til, at tað hevur drigið út, er at bygdaráðið tók støðu til at gera nýggjar aldukanningar og simuleringar av fjørðinum. Samstundis eru ymisk sløg av brimverjum royndar í einum royndarhyli. Úrslitið kom í juli mánað og síðani tá hevur bygdaráðið ráðført seg við Landsbyggifelagið um tað bestu loysnina.

– Nú brimverjan verður gjørd aftur, hevur tað verið ógvuliga avgerandi at tað ikki verður arbeitt í blindum. Nú má tað gerast so at tað heldur fyri at sleppa undan at standa aftur í somu støðu um nøkur ár, sigur hann.

 – Samstundis er av alstórum týdningi, at brimverjan verður gjørd aftur, tí havnarlagið er krumtappurin í lokalsamfelagnum, sleppur grótkastið at liggja í hálvum gekki, kann støðan versna, næstu ferð ein ódn kemur, sigur hann.