Nú verður tað dýrari at rinda til sína egnu pensjón

Inngjaldið til pensjón skal hækkast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Nú verður tað dýrari hjá løntakarum at rinda til sína egnu pensjón. Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tað fer hann eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstum.

Øll skulu rinda ein ávísan part av lønini til sína egnu pensjón. Í ár er tað kravda inngjaldið seks prosent av lønini, men tað hækkar eitt prosent um árið,  soleiðis at í 2026 er tað komið upp á 12 prosent.

– Tá ið eftirlønarlógin kom í gildi var ætlanin, at gjaldið skuldi hækka til 15 prosent. Men í sambandi við pensjónsnýskipanina hjá undanfarnu samgongu, sum kom í gildi 1. januar 2019, varð gjaldið lækkað niður í 12 prosent, sigur Jørgen Niclasen.

Hetta kann hava við sær, at sum frá líður verður uppsparingin 1/5 minni, og tað hevur avleiðingar fyri bæði haldførið hjá landskassanum og fyri fíggjarstøðuna hjá pensjónstunum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tá ið undanfarna samgonga lækkaði tað kravda inngjaldið, førdi Landsbankin fram, at tað fer at gera haldførið verri.

– Eisini er tað soleiðis, at tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar, varð skatturin av pensjónsinngjøldunum sjálvur bulurin í fíggingini. Orsøkin til tað var, at talan er um eina játtan, sum er vaksandi, eins og talið á pensjónistum er vaksandi.

At undanfarna samgongan lækkaði tað kravda inngjaldið hevur tí við sær, at kommunurnar fáa væl minni av inntøku til at reka eldraøkið fyri, enn tey høvdu fingið lyftið um, sigur landsstýrismaðurin.