Nú verður tað kanska dýrari at verða sjúkur

Samgongan heldur, at undirskotið hjá Heilsutrygd er alt ov stórt

Undirskotið hjá Heilsutrygd er ov stórt og tí fer Kaj Leo Holm Johannesen nú at kanna, hvussu ein betri javnvág kann fáast í raksturin.

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í Løgtinginum hendan dagin, Løgtingið samtykti eina eykajáttan, har Heilsutrygd má fáa 13,8 milliónir afturat fyri at kunna rinda tann stuðul til heilvág og læknahjálp og annað, sum tey skulu rinda.

Ein orsøk til tað er, at útreiðslurnar eru nógv hækkaðar av tí at fólkatalið er nógv vaksið, samstundis sum at vit hava fingið fleiri kommunulæknar, og tað førir eisini fleiri útreiðslur við sær.

Og landsstýrismaðurin segði, at loysnin fyri at fáa betri javnvág í raksturin hjá Heilsugtrygd, er sera einføld. Og tað er, at antin má inngjaldið frá fólki til Heilsutrygd, hækkast, ella má Heilsutrygd lækka stuðulin í sambandi við heilivág og læknaviðgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen váttar, at hann er í ferð við at kanna, hvussu tað ber til at tálma tí stóra útreiðsluvøkstrinum hjá heilsutrygd.

Hann vil ikki í smálutir við, hvat hann kundi hugsa sær, tí hann sigur, at hugt verður eftir øllum møguleikum.

Men í hesum sambandi vísir hann á, at gjaldið, sum fólk rinda til Heilsutrygd, er eitt fast gjald, sum stendur í stað, og hann spyr hvussu rættvíst tað er.

Tí er ein møguleiki at prístalsviðgera inngjaldið til Heilsutrygd, soleiðis at tað, automatiskt, hækkar eitt sindur á hvørjum árið so at tað fylgir við prísvøkstrinum annars.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað er ikki politisk undirtøka fyri at seta brúkaragjøld í gildi.

Men kortini heldur hann, at hann hevur skyldu til at kanna allar møguleikar og heldur hann eisini, at tað er spurningur, hvussu stóran stuðul, fólk við góðum inntøkum skulu fáa frá Heilsutrygd, og um tað ikki hevði verið rímiligt, at tey rindaðu eitt lítið gjald, kanska einar 100 krónur, hvørja ferð, tey fóru til lækna, ella skuldu taka eina blóðroynd, ella skuldu til onkra kanning.