Nú verður tjóðleikhúsið staðsett

1. mars skal kunngerast, hvar nýtt tjóðleikhús skal byggjast

Føroyar nærkast einum nýggjum tjóðleikhúsi.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, tá ið hann handaði Mentanarvirðislønir landsins í gjárkvøldið.

Hann segði, at fimm føroysk arkitektasamtøk eru við í einari kapping, sum í fyrsta umfari snýr seg um staðsetingina av tjóðleikhúsinum. Freistin at lata uppskot um staðseting inn er 1. februar, og Jenis av Rana roknar við, at 1. mars verður kunngjørt, hvar tjóðleikhúsið skal liggja.

Síðani verður nýggj kapping um, hvussu sniðgevingin av tjóðleikhúsinum skal vera á tí staðnum, har húsið skal vera.

Jenis av Rana vónaði, at um eitt ár verður arbeiðið boðið út.