Teitur: Møguleikin hjá KÍF er farin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Teitur Joensen hjá KÍF trýr ikki uppá møguleikan at røkka FM finaluni longur

Teitur Joensen (Mynd: Álvur Haraldsen)

Teitur Joensen (Mynd: Álvur Haraldsen)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Teit Joensen hjá KÍF, aftaná Teitur Joensen og liðfelagarnir høvdu tapt 21-22 (11-11) ímóti StÍF á Skála fyrr í kvøld.

 

Teitur Joensen er sera avgjørdur, og hann avskrivar møguleikan fyri, at KÍF kann røkka FM finaluni í ár, sjálvt um KÍF skuldi vunnið á VÍF í Kollafirði 13. apríl. Teitur Joensen staðfestir, at VÍF er innanhýsis væl betur, og teir í KÍF mugu vinna við 12 málum fyri at fara framum VÍF. Teitur Joensen er heldur ikki bjartskygdur um dystin KÍF hevur ímóti H71 seinasta leikumfarið í grundspælinum, samstundis, sum VÍF hevur heimadyst ímóti Neistanum.

 

Teitur Joensen slær kortini fast, at teir í KÍF fara at gera sítt ítarsta teir báðar dystirnar teir hava eftir at spæla, men tað verður uttan tær stóru vónirnar um nakað FM finalupláss.

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712259848311537
2VÍF226275844328
3KÍF225134734026
4Kyndil225945365825
5StÍF22577580-322
6Neistin21503534-3114
7Team Klaksvík21479701-2220