Fleiri valstøð í Grønlandi, sum í dag hava landstings- og kommunuval, eru nú alment stongd.
Tað var klokkan 20 grønlendska tíð sum væntað.
Í høvuðstaðnum Nuuk var valstaðið framvegis opið klokkan 20 grønlendska tíð, av tí at óvanliga langar bíðirøðir vóru.
Lars Damkjør, sum er samskiftisstjóri í Kommuneqarfik Sermersooq í Nuuk sigur við Sermitsiaq.AG, at valstaðið ikkki letur aftur, fyrr enn tann síðsti hevur valt.
Á valstaðnum eru millum annað avmarkingar, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn. Fólk fáa maskur og hondspritt við inngongdina.
– Vit rokna í øllum førum við at hava opið í eini tíma afturat. Kanska tveir, sigur Lars Damkjær við KNR.
##med2##
Í Grønlandi er eingin staðfestur positivur við koronu í ein slakan mánað.
Tilsamans eru 31 fólk staðfest positiv við koronuvirus í Grønlandi. Tey eru øll síðani staðfest frísk aftur.
Umleið 41.000 veljarar hava valrætt, og tey skulu velja 31 umboð í grønlendska landstingið, sum á grønlendskum eitur Inatsisartut. 189 valevni stilla upp.
/ritzau/