Nýggi James Bond-filmurin fingið endaliga heitið

Tá tann 25. Bond-filmurin verður frumvístur í apríl, stendur »No Time to Die« á biografbillettini.

Tann komandi filmurin um agentin James Bond fær almenna heitið »No Time to Die«.

Tað upplýsir filmsframleiðarin í tíðindaskrivi.

##med2##

Filmurin, sum er tann 25. í røðini um loyniliga agentin frá bretsku fregnartænastuni, hevur higartil verið nevndur »Bond 25«.

Sjónleikarin Daniel Craig skal stríðast við altjóða brotsmenn, tá hann fyri fimtu ferð er í leiklutinum sum James Bond í komandi filminum.

Hann skal spæla ímóti Rami Malek, sum verður høvuðsskálkurin, sum fyrr í ár fekk ein Oscar fyri sín leiklut sum sangarin Freddie Mercury í filminum »Bohemian Rhapsody«.

Á leikaralistanum er eisini tann danskt-svenski David Denick at finna. Tað er als ikki fyrstu ferð, at ein danir spælir við í einum 007-filmi.

Fyrra hava eisini Mads Mikkelsen, Jesper Christen og Ulrich Thomsen spælk skálkar í filmatiseringunu av skaldsøgunum hjá Ian Flemming um Bond.

Tann nýggi agent 007, »No Time to Die«, verður frumsýndur hjá okkum 2. apríl 2020.

 

/ritzau/

NO TIME TO DIE - Bond 25 Title Teaser (2020) Daniel Craig 007 Movie