Nýggi nevndarformaðurin lovar broytingar

- Tað eru nakrar broytingar fyri framman, og eg vil sum nýggjur formaður leggja dent á meira opinleika og gjøgnumskygni í samband við prísir og framtíðar ætlanir.

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu og nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, tá hann verður spurdur um skrivið, ið brúkarafelagið Skynsamur fjarhiti hevur sent Fjarhitafelagnum, Tórshavnar kommunu og SEV, har víst verður á ymisk viðurskifti, ið fjarhitabrúkararnir eru ónøgdir við.

Les eisini: Eigarafeløgini krevja at verða hoyrd

Sambært Boga Andreasen, ið tók við formanssessinum í nevndini fyri fýra mánaðum síðan, fegnast hann um, at eigarafeløgini hava stovnað eitt brúkarafelag, tí tað lættir um samskifti millum brúkarar og veitara.

- Nú hava vit eitt felag, ið vit kunnu fara í dialog við. Og tað fyrsta eg geri, tá eg komi heim úr Danmark, er at biðja um ein fund við brúkarafelagið og viðgera skrivið konstruktivt, sigur hann.

Tað verður bíligari
Í skrivinum vísir brúkarafelagið á, at fjarhiti er 17 prosent dýrari enn at hita upp við olju og 50 prosent dýrari enn við jarðhita. Men nevndarformaðurin er ikki samdur við útrokningunum.

- Eg kennist ikki við hasi tølini hjá teimum, tí fjarhiti er ikki so ræðuliga nógv dýrari. Fjarhitafelagið var stovnað uppá, at man fylgir prísinum á oljuni, sigur formaðurin.

Men gongst sum ætlað, kunnu brúkararnir vænta eina munandi príslækking innan nøkur fá ár, vissar Bogi Andreasen um.

- Tá núverandi útbyggingar hjá felagnum eru lidnar um trý ár, verður man 100 prosent óheftur av olju. Tá kemur øll orkan frá yvirskotsorkuni hjá brennistøðini á Hjalla, el-verkinum hjá SEV á Sundi og nýggja biogassanlegginum Førka á Hjalla. Tað ger, at prísurin innan tey næstu 5-6 árini fer at minka munandi og verður nógv lægri enn oljuprísurin, lovar Bogi Andreasen.

Harumframt er eisini ætlanin at knýta yvirskotsorku frá vindmyllunum, ið eru knýttar í netið hjá SEV, upplýsir nevndarformaðurin.

Fremja broytingar
Býráðslimurin ætlar, at tað skal merkjast hjá brúkarunum, at ein nýggjur maður er í nevndarformanssessinum.

- Eg kann 100 prosent fylgja teimum í skrivinum, tá tey siga man er ein lukkaður stovnur. Tí eri eg takksamur fyri, at tey gera vart við seg. Vit skuldu langt síðan havt fund við tey, sigur nevndarformaðurin.

Ein broyting, ið verður sett í verk, og sum brúkarar hava eftirlýst, er ein broytt mannagongd í samband við eykarokningar frá Fjarhitafelagnum.

- Innan teir næstu tveir til tríggjar mánaðirnar skifta vit yvir í somu skipan sum SEV hevur við mánaðarligum uppgerðum. Sum nú er kunnu 800 av teimum 1200 brúkarunum, ið hava fjarhita, fáa eina mánaðarliga uppgerð, so at tað verður regulera hvønn mánað. Á tann hátt eigur eingin kundi at fáa eina óvæntaða stóra rokning, sigur Bogi Andreasen.