Nýggj álop á støðir í Irak

Seinnapartin í dag er ein flogstøð, sum eitt nú er mannað við amerikanskum hermonnum, rakt av rakettum.

 

Í iranska høvuðsstaðnum Teheran hildu mótmælini móti stýrinum fram í dag.

Í iranska høvuðsstaðnum Teheran hildu mótmælini móti stýrinum fram í dag.

 

Líkt er ikki til, at hevndin eftir drápið av iranska herovastanum, Soleimani, er av enn. Í fleiri umførum eru rakettir skotnar eftir herstøðum í Irak, har amerikanskir og aðrir vesturlendskir hermenn halda til.

Nú seinnapartin í dag veit tíðindastovan AFP at siga, at ein flogstøð í Irak, har eitt nú amerikansk herfólk eru, er vorðin álopin við fýra rakettum. Hinvegin heldur Reuters seg vita, at sjey rakettir eru skotnar eftir støðini. 

Talan er um flogstøðina Balad í Irak, og tíðindastovurnar vita at siga, at fýra irakiskir hermenn eru løstaðir. Stórur spenningur er millum Iran og USA, síðan Donald Trump gav boð um at myrða høgtstandandi iranska herleiðaran.

Støðan er eisini spent í iranska høvuðsstaðnum Teheran, har kollveltingarherur og løgregla eru í gøtunum og royna at steðga mótmælum móti landsins stjórn, samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg fylgja gongdini.

 

 

Í iranska høvuðsstaðnum Teheran hildu mótmælini móti stýrinum fram í dag.