Nýggj álop í trygdargeiranum í Bagdad

Higartil er einki frætt um, at nakar er deyður ella særdur í álopunum í kvøld.

 

Tíðindastovan AFP veit at siga, at tvær rakettir í kvøld hava rakt nærindis amerikansku sendistovuni í irakska høvuðsstaðnum, Bagdad.

Tað er ógreitt, hvar rakettirnar raktu, men higartil er einki frætt um, at nakar er deyður ella særdur í álopunum.

USA hevur lagt Iran undir at standa aftan fyri fleiri líknandi álop móti sonevnda grøna geiranum í seinastuni, men higartil hevur eingin tikið ábyrgd av álopunum.

Grøni geirin í Bagdag er eitt trygdarøkið, har fleiri lond hava sínar sendistovur, og tað er eisini her, at Iraq hevur fleiri stjórnarskrivstovur.