Nýggj Bíblia ávegis

Arbeiði at geva fyrstu føroysku bíbliuna út í meira enn 60 ár, er nú komið væl áleiðis. Nýggja Testamenti er nú rættlisið

Marius Staksberg og Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildin, Jóngerð Mikkelsen, forlagsleiðari, Bergur D. Joensen, formaður, Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari og Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður í Føroyska Bíbliufelagnum

Tað eru umboð fyri Føroyamálsdeildina hjá Fróðskaparsetrinum, sum hava rættlisið og gjørt viðmerkingar, til umsetingina, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, hevur umsett úr grundmálunum.

Fríggjadagin handaðu Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Setrinum Føroyska Bíbliufelagnum rættingarnar og viðmerkingarnar, teir hava gjørt til Nýggja Testamenti.

Ætlanin er at geva nýggju Bíbliuna út um 2-3 ár, sigur Føroyska Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.