Nýggj bók eftir Rakel Helmsdal

Loftar tú mær? er heitið á nýggju bókini hjá rithøvundanum Rakel Helmsdal, ið verður givin út í vikuni.

Í tíðindaskrivi um bókaútgávuni verður upplýst, at søgan snýr seg um sorg og deyða, men eins nógv um kærleikan, sum ger tað so gott at liva.

- “Loftar tú mær?” er ein blíð søga um deyðan. Bókin er ein myndabók, sum bæði hevur eina vakra og inniliga søgu og vakrar myndir, sum spæla við ljós og myrkur, dýpd og lættleika. Tað er ikki lætt at tosa um deyðan ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt kunnu bókmentirnar seta orð og myndir á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst tað, sum henda bókin ger. Bókin er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum, sum uppliva sorg. Huglagið er syrgið, men tó eisini lívsjáttandi, skrivar forlagið um bókina.

Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini. Hon hevur gjørt figurar, lutir og pallmynd, og so hevur hon tikið myndir av tí.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út, og skipar forlagið eisini fyri útgávutiltaki í Reinsarínum leygardagin, har rithøvundurin fer at greiða frá bókini, lisið verður út henni og møguleiki verður at ogna sær bókina.