Nýggj Bók: Í Skrift og Talu – Ismar Joensen 100 ár

Forlagið Leirkerið hevur givið út forvitnisliga bók í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani fuglfirðingurin Ismar Joensen varð borin í heim. Ismar man í dag vera best kendur sum yrkjari. Fleiri munnu kenna sangir hansara „Summi fólk so fegin ganga“, „Nú farast allar rósur“, „Gróður og fleyr“, „Lindin møk“ og kanska tann nýggjasta „Dømið rætt“, sum bólkurin Tollarar og Syndarar (TOS) gav út fyrr í ár.

Ismar hevur skrivað, frá tí hann var heilt ungur. Sum 25 ára gamal fór hann undir at geva út andaliga tíðarritið „Ljós á leiðini“, sum kom út í nøkur ár. Hann smæddist ikki við at siga sína hjartans hugsan í føroysku dagbløðunum, tá ið hann helt tørv vera á tí. Hann skrivaði nokk so fitt av endurminningum heilt frá sínum barnaárum, men ikki minst frá sínum ungdómsárum, sum mundu vera meira hendingarík enn hjá teimum flestu.

Ismar var íðin at kunngera orð Guds í talu fyri bygda- og landsmonnum sínum. Av og á talaði hann í útvarpi og sjónvarpi, men mest var tað í heimasamkomuni í Siloa, at hann boðaði hin sæla boðskapin, sum broytti lív hansara, tá ið hann lá sjúkur í London sum 21 ára gamal.

Í bókini eru nógvar greinar, sum hann skrivaði í einum tíðarskeiði, sum fevnir um heili fimmti ár. Eisini eru nakrar av talum hansara her komnar á prent. Millum tilfarið, sum ikki hevur verið á prenti áður, er áhugaverd frásøgn um, tá ið Ismar sum borgarstjóri í Fuglafirði - saman við øðrum góðum fólki - stríddist fyri at stovna sildaverksmiðjuna í bygdini. Bókin, sum er í stórum broti, 20x26 cm, er prýdd við hópin av góðum og áhugaverdum myndum.