Nýggj bók um Njál Djurhuus

Bókin um kenda føroyingin í Norra, Njál Djurhuus, er nú komin út. Hon verður løgd fram í Frelsunarherinum í Havn í morgin, fríggjadagin klokkan 17

Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu.

Í bókini, ið hevur heitið  ”Njál - ljós í skugga”,  verður greitt frá hansara ætt og lív í Føroyum, inntil Petur Háberg skundaði undir hann at fara í evangeliskt virksemi. Hann fór 20 ára gamal til Noregs saman við konuni, Ernu, sum eisini eigur sín stóra part av teirra avriki, stendur í tíðindaskrivi um bókina.

Lívsuppgávan gjørdist at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum, serliga av rúsandi evnum, og at fáa tey uppundan aftur. Her eru nógvar áhugaverdar og spennandi frásagnir, hvussu tað ber til at fáa fólk  aftur á beint. Eitt er fótbóltur, og ein partur av bókini kallast ”Fótbóltur ger undurverk”.

Í sínum virksemi komu hjúnini bæði í samband við ”høg og lág”. Men Njál hevur tann framúr eginleika, at fyri hann eru øll líka verd, um tað er kongur ella tann, sum býr á gøtuni. Tey bæði fingu eisini hægstu viðurkenning. Eisini vóru tey fyrstu hjún sum í Noregi fingu ”kongsins gull”.

Tískil hava tey eisini verið framúr góð umboð fyri Føroyar úti í heimi.

Høvuðsboðskapurin í bókini er, at øll kunnu vera ”ljós í skugga” og kunnu gera sítt til at hjálpa øðrum. Men Njál hevur tann eginleika, at hann dugur at eggja øðrum til tað sama. Tað er eisini hetta, sum verður lýst i bókini.

Tað er Óli Jacobsen, ið hevur skrivað bókina. Bókin er 215 blaðsíður, og forlagið Tjørnustova gevur út.

Bókaframløga verður í Frelsunarherinum í Havn í morgin, fríggjadagin klokkan 17.

Bókin fæst á framløguni fyri serprís, tað verður sangur og kaffi á tiltakinum. Hornorkestið hjá Frelsunarherinum spælir eisini nakrar tónar.

Bókaframløga verður eisini í Frelsunarherinum í Vági hósdagin 14. november klokkan 17.