Nýggj handtøka í Hagen-málinum

Í morgun veit norska løgreglan at siga, at tey í gjárkvøldið framdu eina nýggja handtøku í Hagen-málinum. Talan er um ungan mann í 30-árunum við tøkniligum kunnleika.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.

 

Maðurin er handtikin og skuldsettur fyri drápið - ella viðvirkan til dráp - av norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið horvin síðan hin 31. oktober í 2018. Tað var í gjárkvøldið, at løgreglan handtók mannin í Oslo, meðan løgreglufólk framdu húsarannsókn á bústaðnum hjá manninum.

Løgreglan hevur í morgun sent út tíðindaskriv um handtøkuna.

Sambært løgregluni kennast handtikni maðurin og Tom Hagen, maður Anne-Elisabeth Hagen, sum í løtuni situr varðhaldsfongslaður í sama máli - og við somu skuldseting. Løgreglan sigur seg vita um KT-førleikarnar hjá manninum og kunnleikan hjá honum til kryptovaluta.

Tá Tom Hagen tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í 2018 kom heim til tómt hús, har konan var horvin, lá eitt hóttanarbræv í heiminum við kravi um loysigjald fyri konuna. Sagt hevur verið, at talan var um níggju miljónir evrur, sum skuldu gjaldast í kryptuvaluta.

Í brævinum varð eisini víst á, hvussu samskiftast skuldi millum partarnar við nøkrum ávísum kotum, og sambært løgregluni var hetta ein gjøgnumhugsað ætlan, sum krevur tøkniligan kunnleika.

Tom Hagen verður sagdur at vera ein sera dugnaligur og miðvísur vinnulívsmaður, men tøkniligi kunnleikin hjá honum er lítil og eingin. Hann lesur ikki sms, og sagt verður um mannin, at hann dugir ikki at lata upp ein viðheftan teldupost.

- Vit kunnu vátta, at handtøkan eru framskundað eftir avgerðina í lagmannsrættinum í gjár. Orsøkin til framskundanina er stúranin fyri, at prógv kunnu fara til spillis. Løglan útilokar ikki, at talan kann gerast um fleiri handtøkur, sigur løgreglan.

Lagmannsrætturin í Noregi gjørdi nevniliga í gjár av, at Tom Hagen, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í níggju dagar, skal leyslatast, tí rætturin metir ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti honum.

Løgreglan hevur kært avgerðina hjá lagmannsrættinum til hægsta rætt, sum væntandi í morgin tekur støðu í máinum. Meðan bíðað verður eftir avgerðini í hægsta rætti, verður Tom Hagen sitandi í varðhaldi.

VG veit í morgun at siga, at Dag Svensson er verji hjá manninum í 30-árunum, sum løgreglan handtók í gjárkvøldið, og advokaturin sigur við heimasíðuna, at maðurin noktar seg sekan í skuldsetingunum.

 

 

Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018.