Nýggj ljós kring Vatnið

Nýggj ljós verða sett upp kring vatnið í Vági.

Ljósin framvið gøtuni kring Vatnið verða nú skift og er tekniska toymið hjá Vágs kommunu farið undir at gera klárt til nýggju gøtuljósini.

Hetta skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo.

Verandi ljós kring Vatnið hava tænt fyri seg hesi seinastu 12 árini. Ljósini vórðu í 2007 latin av el-fyritøkuni Gudmund Larsen í samband við 100 ára føðingardagin hjá Vágs kommunu og vórðu sett upp í 2008.

Nú verður so gjørt klárt til nýggj ljós og nýggju ljósini koma seinni í hesum mánaðinum, tá tey verða sett upp og tey gomlu ljósini verða tá tikin niður.