Nýggj myndlistaútbúgving kanska ávegis

Jenis av Rana, mentamálaráðharri, vil absolutt arbeiða fyri at fáa myndlist í listaútbúgvingina á Setrinum

Føroyamálsdeildin er karmur um listaútbúgvingina

Føroyamálsdeildin er karmur um listaútbúgvingina

Sum nú er ber ikki til at nema sær útbúgving í Føroyum innan fyri myndlist. Men hetta vónar útbúgvingarleiðarin á listaútbúgvingini hjá Fróðskaparsetrinum, at verður broytt. 

- Vit vóna, at tað fer at bera til at fáa myndlist við í listaútbúgvingina eisini. Vit hava fólk, ið eru áhugað í at undirvísa í myndlist, og sum eisini hava gjørt uppskot um møgulig skeið til útbúgvingina. Tað er upplagt, nú hetta er ein so stór og týðandi listagrein í Føroyum, sigur Jens Dam Ziska í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin, har stórt tema er um myndlistaspírar.

- Tað veldst sjálvandi um, hvør fígging verður fingin til vega, og hvør politiskur vilji er til eina myndlistaleið, sigur hann.

Men nógv bendir á, at útbúgvingarleiðarin og nógv listafólk fáa hetta ynskið uppfylt. Nýggi mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, er nevnliga opin fyri hugskotinum at menna listaútbúgvingina til eisini at fevna um eina myndlistaleið.

- Tað vil eg absolutt arbeiða fyri. Tey á Fróðskaparsetrinum eru vælkomin at koma og tosa við okkum, og so finna vit óivað útav onkrum, sigur Jenis av Rana við Sosialin.

Føroyamálsdeildin er karmur um listaútbúgvingina