Nýggj øl frá Okkara

Nú tað stund­ar til jóla er Okkara komin við eini ser­stak­ari ser­øl við í­blástri úr gomlu munka­øl­ini.
– Ein øl, sum hósk­ar sera væl til jóla­borð­ið, sig­ur Petur Pet­er­sen, stjóri í Okkara. Nýggja ølin kallast No. 6 – Okkara Brandan:
– Tað serstaka við hesari ølini er, at hon hev­ur ligið í rommtunnum í 9 mánaðar; nak­að, sum gevur henni ein serstakan smakk av rommi og træi, greiðir Petur frá.Hó­ast ølin er gjørd við íblástri úr belg­isk­ari munka­øl, so er No. 6 eisini serstøk før­oysk.
– Vit nýta poknugrót úr føroysku nátt­­úr­­uni. Tað verður karamelliserað í urt­­um og lagrað saman við ølini, og hetta gev­­ur kar­a­mellsmakk og mineralir til ølina.
No. 6 er ein sterk serøl við 11,5%, og sterk­ar ølir skulu helst njótast við 8-10 hita­stig­um heldur enn kaldar.
– Serølin hóskar seg ser­liga væl til ræst kjøt og ost, og tí er No. 6 eitt gott boð til mat­in nú á jólum, sigur Pet­ur og leggur skemt­andi afturat, at hon eisini hóskar seg væl undir jólatrænum.