Nýggj og kollveltandi tøkni til ráfisk

Nofima hevur ment nýggja tøkni, sum kann lýsa ígjøgnum allan fiskin, soleiðis at framleiðarin betur veit, hvat fiskurin kann brúkast til.

 

 

Einaferð næsta ár fer við nýggjari tøkni at bera til at fáa alt at vita um dygdina á fiskinum, áðrenn hann verður skorin. Hetta fer at geva fiskavirkisvinnuni nýggjar møguleikar at tryggja góðskuna á fiskinum í øllum liðum.

- Um tú veitst, hvør góðskan á rávøruni er, kanst tú eisini stýra framleiðsluni. Tað er best at brúka rávøruna til tað, hon er best egnað til, sigur granskari hjá Nofima, Stein-Kato Lindberg, við norska kringvarpið, NRK.

Nýggja tøknin er eitt serkamera, sum kann siga, hvat fiskaslag talan er um, um fiskurin er skaddur eftir veiði, og kameraið kann eisini staðfesta nøgd av blóði í fiskinum - og um fiskurin hevur verið frystur ella ei.

Við tveimum sonevndum ljóslinjum á flutningsbandinum, sum lýsa inn í fiskin, sær kameraið, hvør góðskan er.

Tað er Nofima, sum hevur ment hesa nýggju tøkni, og Nofima er norskur granskingarstovnur, sum arbeiðir við vinnulívstøkni og menning innan akvakultur, fiskiskap og mat. 

Stein-Kato Lindberg sigur, at nýggja tøknin fer at kunna styrkja framleiðsluna. - Tá framleiðarin veit, hvussu nógv blóð er í fiskinum, áðrenn hann verður skorin, kann fiskurin brúkast til tað, hann er best egnaður til.

Í samrøðu við NRK leggur hann aftrat, at endamálið er at vita neyvari um góðskuna á rávøruni. Ein avbjóðing hevur verið at vita góðskuna á hvørjum einstøkum fiski, tá talan er um stórar nøgdir. 

##med2##

Ørjan Nergaard, sum er rávøruleiðari í Lerøy, heldur, at nýggja tøknin fer at gera tað lættari at meta um veruligu dygdina á fiski. Hann vísir á, at sjálvt ein garvaður fiskakeypari kann hava trupult við at meta um fiskin.

- Fiskurin kann á ytru síðu síggja út til at vera góður, men innaní kann hann hava blóðskaðar ella skaðar av øðrum ávum, sum vit ikki síggja. Nýggja tøknin sær ígjøgnum allan fiskin, sigur Ørjan Nergaard.

 

 

Mynd: Hyspex/Prediktera.