Nýggj roynd at savna plast í Kyrrahavinum

Hóast hin fyrra nótin hjá Ocean Cleanup bert hevði ligið úti í tríggjar mánaðir, vóru 4000 pund av gomlum fiskagørnum og plasti í henni.

 

 

 

Ocean Cleanup-verkætlanin, sum hevur til endamáls at savna plast í Kyrrahavinum, gekk ikki sum ætlað, tí ringurin og nótin hildu ikki, og nú verður so nýggj roynd gjørd at leggja út eina nýggja samlinót.

Maðurin aftan fyri verkætlanina, niðurlendski Boyan Slat, skrivar á Twitter, at ein dagførd nót nú er á veg til økið, ið er kent sum "The Great Pacific Garbage Patch" - ella plastsuppan í Kyrrahavinum. 

Hann vísir á, at vónandi fer nýggja nótin at halda móti sterku náttúrukreftunum, og hann leggur aftrat, at tey heilt vist fara at læra av royndunum við at savna plast á henda hátt.

NRK skrivar, at nótin, sum nú verður løgd út í Kyrrahavið, verður 400 metrar long, og í fyrru royndini var nótin 600 metrar long.

"The Great Pacific Garbage Patch" liggur 200 fjórðingar úti í Kyrrahavinum millum San Francisco og Hawaii.

##med2##

Fyrra royndin byrjaði hin 8. september í fjør, men eftir trimum mánaðum brotnaðu einir 18 metrar av ringunum, sum liggja á floti við nótini hangandi undir. Tí noyddist Ocean Cleanup at sleipa nótina til lands aftur fyri tíð.

Men, hóast nótin bert hevði ligið úti í tríggjar mánaðir, vóru 2000 kilo - ella heili 4000 pund - av gomlum fiskagørnum og plastikki í henni.

- Málið hjá Ocean Cleanup er at taka helmingin av plastinum, sum liggur og rekist í Kyrrahavinum, og verkætlanin er ætlað at fevna um fimm ár, skrivar NRK.