Nýggj serstøk veitsluhøli í gomlu politistøðini í Havn

Nú er møguleiki at leiga flott veitslu-og fundarhøli í hjartanum í høvuðsstaðnum.

 

BRONCKS hølini í Jónas Broncksgøtu eru sera væl egnað til allar hugna- og hátíðarløtur so sum veitslur, brúdleyp, bingo, ervi, konfirmatiónir, fundarvirksemi, jólaborðhald, veitslur ella fundir.

Umframt at hava gott pláss til borðdekning, eru eisini rúm við smáum sofagruppum og smá rúm, har fólk kunnu sessast og slappa av.

BRONCKS er ein upplagdur møguleiki, har pláss er bæði fyri at sita til borðs og annars sleingja seg í eina sofu og fáa eitt gott prát.

Hølini eru rúmlig, og sostatt er pláss fyri at taka atlit til koronukrøvini, ið eru sera umráðandi at taka hædd fyri í hesum døgum. 

BRONCKS liggur sentralt í Havnini við sera góðum parkeringsmøguleikum.

Hølini kunnu bíleggjast á telduposti [email protected] ella á telefon 77 66 11.

##med2##