Nýggj spælipláss í Hvannasunds kommunu

- Nú eru vit komin so langt, at byrjað er at grava út fyri spæliplássunum, siga tey í kommununi.

 

 

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í longri tíð arbeitt við at einari ætlan at dagføra spæliplássið við kommunuskrivstovuna, at gera ein nýggjan spælivøll oman fyri kirkjuna, og nýggan spælivøll og spælipláss oman fyri flakavirkið í Norðdepli.

- Nú eru vit komin so langt, at byrjað verður at grava út fyri spæliplássunum, og byrjað varð í Norðdepli týsdagin í hesi vikuni. Síðan verður farið í gongd oman fyri kirkjuna, og at enda við kommunuskrivstovuna.

Hetta hevur við sær, siga tey í Hvannasunds kommunu, at tað verður nakað av tungari ferðslu í bygdunum komandi tvær til tríggjar vikurnar. Vónað verður, at arbeiðini kortini ikki vera til stóran ampa fyri borgararnar.

Hvannasunds kommuna heitir á fólk um at taka atlit til hvønn annan og at hava tol, so leingi, sum arbeiðini eru.

- Ætlandi verða nýggju spæliplássini sett upp í august. Tískil verður einki spælipláss í Hvannasundi. Møguleiki er tó at brúka leikurnar við Imba, tá stovnurin er stongdur, eins og vøll og reiggjur við skúlan á Fossanesi, verður lagt aftrat.