Nýggj útstykking í Hoyvík

Økið eystan fyri Dalin Langa í Hoyvík skal nú stykkjast út til raðhús, og Tórshavnar kommuna hevur boðið fýra arkitektavirkjum at projektera, útbjóða og projektuppfylgja í nýggju útstykkingini.

 Endamálið við kappingini er at finna fram til bestu loysnina at skapa ein dámligan býling við um 100 nýggjum búeindum, sigur Tórshavnar kommuna, sum eisini hevur gjørt av, at nýggi býlingurin skal eita Stórabrekka.

– Ynskið er at fáa ein vælvirkandi býling við nærleika til gerandis hentleikar og grøn øki, ið longu eru staðsett í nærumhvørvinum. Trivnaðurin skal vera í hásæti, tí skal bygging í økinum tillagast til nærumhvørvið og lívið millum bygningarnar, samstundis sum hugsast skal um neyðuga tættleikan, ið skal til fyri at gagnnýta avmarkaða lendið á bestan hátt.

Útstykkingin verður skipað sum raðhúsabygging, har grund og eldverjuveggir fyrst verða gjørdir, sum einstøku keypararnir síðani seta sín dám á - eins og vit kenna frá býlingunum Millum Gilja og Inni á Gøtu.

 – Úrslitið er ein fín javnvág millum fría valið hjá hvørjum einstøkum eigara av innrætting, tilfari og litum og so felags heildina, sum støddir, tekjur og samanbyggingar hava við sær. Harumframt er møguleiki at gera nøkur punkthús við íbúðum, men raðhúsabyggingin skal vera ráðandi. Stødd á grundstykkjum/raðhúsum verða áleið 200m2, sigur Tórshavnar kommuna.

 Arkitektarnir, ið hava fingið innbjóðing at leggja inn boð, eru Arkitektar 99, Kontrast, SNA Arkitektar og BRIM arkitektar, og Tórshavnar kommuna væntar, at farast kann undir arbeiðið í februar í 2021.