Nýggja Fólkatingið: Bara 24 tingfólk yvir 60 ár

Tað er ein skeiv aldurssamanseting í Fólkatinginum eftir valið, har bara 8. hvør politikari er yvir 60 ár. »Eldri hava orsøk at stúra«, sigur granskari.

Edmund Joensen og aðrir fólkatingslimir úr Vinstraflokkinum á veg í kirkju í sambandi við setan av Fólkatinginum

Edmund Joensen og aðrir fólkatingslimir úr Vinstraflokkinum á veg í kirkju í sambandi við setan av Fólkatinginum

Tað er langt í millum limirnar í nýggja Fólkatinginum, sum hava eitt dópsbræv, sum vísir, at tey eru 60 ár ella eldri.

Í veruleikanum eru tey bara 24 politikarar av Fólkatingsins 179 limum, vísir uppgerð, sum Faglige Seniorers nyhedsbrev hevur gjørt.

Tað svarar til, at hvør 8. limur í Fólkatinginum er 60 ár ella eldri, meðan eldri danir eru 25 prosent av fólkinum.

##med2##

At tey eldru eru undirumboðað í landsins lóggevandi tingi er ørkymlandi, heldur Roger Buch, sum er granskari í samfelagsvísindum við Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.

»Politikkur er eitt stríð um sjónarmið, men tað er eisini eitt stríð millum ættarlið fyri at leggja dent á tað, sum hevur týdning fyri aldursbólkin. Til dømis útbúgving, korini hjá barnafamiljum og eldrarøkt. At tað eru fáir eldri politikarar merkir, at tað verður minni ljós varpað á eldrapolitikk. Og tað eigur at elva til stúran«, sigur Roger Buch, sum millum annað vísir á, at eldrapolitikkur fylti ikki nógv í danska valstríðnum.

Palle Smed, stjóri í elradeildini hjá fakfeløgunum, Faglie Seniorer, saknar politikarar við fleiri ára royndum.

##med3##

»Tað er ein andsøgn, at vit tosa um at vit øll skulu arbeiða longri, men at eldri politikarar verða vrakaðir ella sjálvir velja at steðga, bara tí at teir røkka pensjónsaldrinum. Tað er eitt risastórur missur av royndum og vitan, sum samfelagið missur, og tað eigur at harma okkum øll«, sigur hann.

Tann flokkurin, sum hevur flest fólkatingsumboð yvir 60 ár, er Eindarlistin. Har eru 5 av teimm 13 limunum yvir 60 ár – tað eru tað sama sum 38 prosent.

Flestar eldri fólkatingslimir hevur Vinstri, har 6 av 45 politikarar eru yvir 60 ár. Millum annað Bertel Haarder, sum er næstelstur í Fólkatinginum. Hann er 74 ár.

Her kunnu vit skoyta uppí, at okkara egni Edmund Joensen er triðelstur, hann er eisini 74 ára og bara 12 dagar yngri, enn Bertel Haarder.

Í Danska Fólkaflokki, sum misti 21 av av teimum 37 fólkatingsumboðnum, eru 3 av 16 oman fyri 60 ár. Tað svarar til 19 prosent. Teirra millum er fráfarandi forkvinnan í Fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, sum er 72 ár.

Í størsta flokkinum í Fólkatinginum, Javnaðarflokkinum, eru 5 tingfólk yvir 60 ár. Tað svarar til beint oman fyri 10 prosent av teimum 48, sum umboða flokkin.

Tveir flokkar hava ongar fólkatingspolitikarar, sum eru yvir 60 ár. TAð eru Nye Borgerlige og Liberal Alliance.

Elst av øllum í Fólkatinginum er Marianne Jelved. Hon er 75 ár. Og so er hon eisini tann einasta í Radikala Vinstraflokkinum, sum er oman fyri 60 ár, vísir uppgerðin í tíðindabrævinum hjá Faglige Seniorer.

fagligsenior.dk/2019/06/11/folketinget-kun-24-politikere-60-aar

Edmund Joensen og aðrir fólkatingslimir úr Vinstraflokkinum á veg í kirkju í sambandi við setan av Fólkatinginum

Edmund Joensen er triðelsti fólkatingslimurin. Hann verður 75 ár 19. september

Marianne Jelved er elsti fólkatingslimurin. Hon er 75 ár