Nýggja frábrigdi spjaðir seg

Smitta við nýggja koronu-frábrigdinum er higartil staðfest í tilsamans sjey ymiskum fylkjum í Noregi.

 

Í Noregi hava tey nú staðfest tilsamans 135 tilburðir av nýggja koronu-virusinum, sum hevur sín uppruna í Onglandi, og smitta við nýggja frábrigdinum er higartil staðfest í tilsamans sjey ymiskum fylkjum í landinum.

Nýggja koronu-virusið við frábrigdi varð fyrstu ferð staðfest í Noregi í viku 50 í fjør, og nú verða enn fleiri royndir greinaðar á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo í royndini at finna út av, hvussu umfatandi útbreiðslan er.

Tær fyrstu vikurnar í hesum árinum er koronu-virusið við frábrigdi ávíst við 37 tilburðum í fyrstu viku, 24 í aðru viku, og í síðstu viku vórðu 26 tilburðir staðfestir við nýggja virusinum í Noregi.

Seinasta fríggjadag gjørdist fyrsta veruliga útbrotið við nýggja virus-frábrigdinum kent í Noregi. Hetta var í økinum, Nordre Follo, har 69 tilburðir hingartil eru staðfestir.

Í økinum Viken, sum Nordre Follo er partur av, eru nú staðfestir tilsamans 80 tilburðir við nýggja virus-frábrigdinum.