Nýggja gjaldið skal rinda fyri starvsfólk

Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn

Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn

Hýruvognsfyritøkan Auto boðaði í gjárkvøldið frá, at fyritøkan hækkar prísin fyri hvørt setur í regluligu koyringini millum flogvøllin og høvuðsstaðin, aftaná at Vága Floghavn hevur sett eina nýggja reglugerð í verk, ið merkir at hýruvognar skulu rinda fyri at virka á økinum hjá flogvøllinum.

Tað merkir, at kostnaðurin fyri at koyra við hýruvogni til og frá flogvøllinum hækkar úr 200 til 225 krónur.

Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, váttar at ein nýggju reglugerð er sett í verk fyri økið hjá flogvøllinum.

- Vit hava gjørt eina nýggja reglugerð fyri flogvøllin í samband við hýruvognar. Hon ásetur ymiskari reglur í samband við atburð, krøv til tænastur og líknandi. Harumframt eru vit eisini noydd at hava eitt fólk at skipa økið, taka móti hýruvognum og vísa teimum pláss, tá teir koma, sigur hon.

Nýggja gjaldið, ið flogvøllurin áleggur hýruvognum, er fyrst og fremst fyri at dekka nakrar av teimum útreiðslum, ið flogvøllurin hevur av at hava starvsfólk at stýra ferðsluna á økinum.

- Fyri hesa tænastu hava vit sett eitt gjald á 10 krónur pluss MVG fyri hvønn hýruvogn, ið kemur inn á økið hjá flogvøllinum. Vit hava havt eitt fólk á økinum í nøkur ár, men er virksemið so nógv nú, at vit helst verða noydd at seta eitt aftrat í starv, upplýsir stjórin á flogvøllinum. 

Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn