Nýggja havrannsóknarskipið yvirtikið í dag

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, undirskrivaði í dag avhendingarskjal um yvirtøku av nýggja havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra. Føroya Landsstýrið yvirtekur Jákup Sverra til avtalaðan prís.

 

 

Um hálvgum ellivu tíðina í morgun fór yvirtøkan fram umborð á nýggja stásiliga skipinum, sum liggur við bryggju á Skála. Vegna MEST undirskrivaðu nevndarformaðurin Petur Háberg Jacobsen og Mouritz Mohr, stjóri.

Framkomna skipið, sum er 54 metrar lang og 13,6 metrar breitt, er nú klárt at fara í rakstur fyri Havstovuna. Yvirmenn frá Havstovuni hava verið við til fleiri av royndartúrunum seinastu mánaðirnar og kenna skipið væl nú tað verður yvritikið.

Samlaða byggitíðin hevur verið gott og væl tvey ár. Í handverkaratímum er umleið 1/3 av byggingini farin fram í Litava og 2/3 í Føroyum.

##med2##

##med3##