»Nýggja« Norrøna í nýggjum hami

Tað var ein hamskift Norrøna, sum í morgun legði at við Eystaru Bryggju í Havn.

 

 

Skipið er umvælt og útbygt og framtíðartryggjað, sum tey siga í reiðaríðnum.

Um áttatíðina í morgun kom Norrøna aftur á Havnina, eftir at hava verið til umvæling og umbyggingar í Danmark.

Og tað var ein nýggj Norrøna, sum umboð fyri fjølmiðlarnar vitjaðu í morgun. Tí nógv er broytt umborð. 2500 fermetrar av gólvi eru gjørdi afturat.

Tann 19. desembur fór Norröna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark, har hon er nútímansgjørd og útbygd – ella framtíðartryggjað, sum tey siga á reiðarínum.

Norrøna kom í apríl 2003. Síðan tá er Norröna dagførd í smáum. Men nú var tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.

##med2##

Gjørdar eru 50 kabinur afturat, sum eru dupultkømur. Og á 10. dekki hevur skipið fingið eina nýggja barr, sum av sonnum er ein skybarr, og har hevur tú útsýni í allar ættir.

Klokkan 14 fór Norrøna til Ísland – og við hesum hevur flaggskip okkara tikið uppaftur sigligina í Norðuratlantshavi.

##ms##

Álvur Haraldsen hevur tikið myndirnar.

##med3##

##med4##