Nýggja spæliplássið við Eikilund í Vági tikið í nýtslu

Í farnu viku varð nýggja spæliplássið við dagstovnin Eikilund í Vági tikið í nýtslu. Umstøðurnar hjá børnum og barnsligum sálum eru nú vorðnar munandi betri

 

Við dagstovnin Eikilund hevur frammanundan verið eitt spælipláss, men ynski hevur verið um at víðka um spæliplássið, og hetta arbeiðið byrjaði farna heyst. Spæliplássið fevnir millum annað um sjórænaraskip við ymiskum avbjóðingum og møguleikum, bæði til klatring, at skreiða, ganga á bandi o.s.fr. Eisini eru reiggjur og annað sett upp á nýggja spæliplássinum. Undirlagið er alt góðkent fallundirlag, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Við spæliplássið er eisini ein sparkivøllur við pláss til áskoðarar – og seinni í summar verður graslíki lagt á hetta økið.