Nýggja støðan hjá ríkisfelagsskapinum krevur nýggjar handlingar

Ríkisfelagsskapurin er seinnu árini vorðin munandi meira áhugaverdur í geopolitiskum høpi, og Føroyar og Grønland eru endað sum miðdeplar í stórpolitikkinum um Arktis.

Við strategisku lyklastøðunum hjá ríkispørtunum longst norðuri í Atlantarhavinum eru vit noydd at taka nøkur aktiv val. Bæði við atliti til trygdina hjá borgarunum og fyri at tryggja strategisku staðsetingina hjá okkum í heiminum.

Ríkisfelagsskapurin er ein partur av vesturheiminum, og tað eru hesi lond, vit hava eitt tilknýti til. Norðuratlantshavið er vorðið eitt ”heitt” øki, og tí hevur NATO gjøgnum fleiri ár sóknast eftir betri og meira umfatandi møguleikum fyri at hava meira umfatandi eftirlit við loftrúminum.

 

NATO-radari – ein vinningur fyri trygdina
Seinnu árini hava vit sæð eina øking av russiskum flúgvingum í Eystursjónum og Norðuratlantshavinum. Russararnir royna forðingartilbúgvingina hjá NATO við hesum flúgvingum og hava fleiri ferðir vanvirt loftøkið hjá ríkisfelagsskapinum.

Fyri stuttum vóru russisk flogfør nær við – ella í – føroyskum loftrúmi. Ágangandi framferðin hjá russarum stendur sum týðiligur mótsetningur til ta sannroynd, at russarar sjálvir eru talsmenn fyri avspenningi í økinum. Tí eru vit noydd at reagera og syrgja fyri, at vit kunnu hava eftirlit við loftøkinum.

Tíðin er komin til, at Føroyar gera seg galdandi og taka ábyrgd, hvat viðvíkur trygdarspurningum í ríkisfelagsskapinum. Og sjálvandi skulu vit hava ein framkomnan NATO-radara í Føroyum.

Radarin skal tryggja, at vit kunnu lata gloppini í loftøkinum aftur, og syrgja fyri, at eftirlitið við fremmandum flogførum verður betri. Samstundis vísa vit, at vit taka okkara part av ábyrgdini í NATO. Á tann hátt er radarin eitt íkast til eina betri trygd fyri føroyingar og er við til at minka um vandan fyri Føroyar sum verandi framtíðar stríðsøki. Men ein radari er ikki nokk.

 

Nýggjar tíðir – nýggir marknaðir                               

Síðan 1970’ini hava Føroyar handlað við og útflutt fisk til Russlands. Men síðan ES útihýsti føroyskan fisk í evropeiskum havnum í 2013, er útflutningurin til Russlands fleirfaldaður. Føroyingar noyddust, sum avleiðing av útihýsingini, at leita sær nýggjar marknaðir.

Ein stórur partur av føroyska búskapinum í dag er av tí sama bundin av útflutninginum av ótilvirkaðum fiskavørum til russiska marknaðin. Og sjálvandi skulu Føroyar handla við Russland, eins og Danmark og fleiri onnur ES-lond, men Føroyar mugu ikki gera seg bundnar av útflutninginum til Russlands.

Nú standa vit við eitt vegamót, har føroyski útflutningurin til Russlands kann gerast eitt eymt øki og eitt trýstpunkt. Tí kann avgerðin um radaran ikki standa einsamøll, men skal fylgjast upp við einum øktum trýsti á ES fyri eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES. Her hevur Danmark, sum limaland, eina ábyrgd fyri at tala føroyinganna sak í ES og at stuðla ynskinum.

Við at knýta føroyska marknaðin tættari at evropeiska marknaðinum gjøgnum eina fríhandilsavtalu, er málið at flyta ein størri part av útflutninginum frá ótilvirkaðari rávøru til liðugtgjørda matvøru. Hetta merkir fleiri arbeiðspláss í Føroyum, eftirsum liðugtgjørdar matvørur skapa ein størri tørv á arbeiðsplássum. Samstundis er samlaði fíggjarligi vinningurin størri enn av útflutninginum av rávørum. Evropeiski marknaðurin fyri liðugtgjørdar matvørur er størri og hevur størri keypsorku enn tann russiski, og sum frá líður er ES-marknaðurin tann tryggasti og besti marknaðurin.

Harafturat er eftirspurningurin av hágóðskuvøru stórur í ES, og tað er føroyska fiskavinnan heimskend fyri at útvega.

Tað er tí ikki bert skilagott frá einum trygdarligum sjónarmiði, men eisini frá einum fíggjarligum sjónarmiði at minka um tilknýtið við russiska marknaðin og í staðin at økja tilknýtið til evropeiska marknaðin.

 

Win-win-støða

Avgerðin um at seta ein NATO-radara upp og um eitt danskt trýst á ES fyri at fáa eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES er avgerandi fyri at tryggja, at Føroyar ikki eru í vanda fyri at enda sum ein brennidepil í eini trygdarpolitiskari stórveldaósemju.

Báðar avgerðir tryggja, at Føroyar framvegis kunnu halda fram við fíggjarligu framgongdini uttan at skula fyrihalda seg til russiskt trýst og hjáveruna av fleiri hernaðarligum styrkjum. Tí tá til stykkis kemur, handlar tað um at reagera rættstundis og bera seg klókt at fyri at tryggja frið og fíggjarliga framgongd.

 

Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin
Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra