Nýggjan brandbil fyri 6,5 milliónir krónur

Sambært Tórshavnar kommunu er talan um hægsta stigabil í kongaríkinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna fegnast í dag um nýggja brandbilin hjá kommununi, ið kom til landið mánadagin. Sambært kommununi er talan um størsta stigabil í kongaríkinum.

- Nýggi brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði er sambært donskum myndugleikum á økinum ikki bara hægsti stigabilur í kongaríkinum, men hann hevur helst longst røkkandi lift í heiminum. 53 metrar røkkur hann beint uppeftir og bummurin røkkur 27 metrar út til síðurnar, skrivar kommunan á torshavn.fo.

Næstu tíðina fer sløkkiliðið í høvuðsstaðnum at gera ymiskar royndir við nýggja brandbilinum ymsastaðni í býnum.

Upplýst verður at nýggi brandbilurin hevur kostað kommununi 6,5 milliónir krónur.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna