Nýggjan sáttmála til heilsurøktararnar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava seinnapartin skrivað undir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober í fjør, og 23. juni í ár handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.

Partarnir hava verið á trimum fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað. 

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum. 

Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56% 

Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05% 

Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25% 

Í semjuni er eisini broytingar í skalagongd fyri ávísar bólkar, umframt hægri praktikvegleiðaraviðbót og hægri bólkaleiðaraviðbót.