Nýggjar sendikvinnur í London og Reykjavík

Kate Sanderson

Kate Sanderson

Kate Sanderson er tilnevnd sum sendikvinna í London, og Halla Nolsøe Poulsen sum sendikvinna í Reykjavík.

Tað boðar uttanríkis- og mentamálaráðið frá í dag.

Kate Sanderson er 59 ára gomul, útbúgvin Master of Philosophy, University of Sydney, Avstralia. Kate hevur arbeitt í landsfyrisitingini síðan 1986. Hon var fyrsti stjóri í NAMMCO, Norðuratlantsnevndini fyri umsiting av havsúgdjórum, 1993-1998. Hon hevur umboðað Føroyar í ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum, m.a. sum sendinevndarleiðari og samráðingarleiðari. Kate Sanderson var sendikvinna Føroya í Brússel frá 2012 til 2018.

Kate Sanderson tekur við sum sendikvinna í London 1. februar 2021.

Halla Nolsøe Poulsen er 42 ára gomul, útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Københavns Universitet og byrjaði í uttanríkistænastuni í 2005. Árini 2007-2016 var hon í starvi hjá Norðurlandaráðnum. Síðani 2016 hevur Halla verið aftur í starvi í Uttanríkistænastuni, har hon m.a. hevur verið umboð Føroya í Norðurlendsku Samstarvsnevndini undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, og harumframt hevur hon verið forkvinna í BREXIT-bólkinum hjá landsstýrinum.

Halla Nolsøe Poulsen tekur við sum sendikvinna í Reykjavík 1. september 2020.

Áki Johansen hevur verið sendimaður í London síðani 2015, og Petur Petersen hevur verið sendimaður í Reykjavík síðani 2015. Teir fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni heima í Føroyum, tá nýggju sendikvinnurnar taka við. 

Kate Sanderson